fo / en
Totalview HR-rekruttering
Ment av Formula

Leys størv

31. jul. 2026
Køksfólk til Vónina í Tórshavn

Starvsfólk til køk í Tórshavn (umleið 30 tímar um vikuna)

Vit leita eftir einum røskum og ágrýtnum starvsfólki til køk okkara í Tórshavn at byrja skjótast tilber.

 

Um starvið

Sum partur av okkara deild fært tú ábyrgd av dagliga køksrakstrinum. Arbeiðið fevnir millum annað um:

  • Fyrireiking av morgunmati og frokosti
  • At seta á borðið og rudda av
  • At standa fyri innkeypi
  • At leggja arbeiðið og matarskrá til rættis

Starvið er sjálvstøðugt, og tú fært ávirkan á, hvussu arbeiðið verður skipað.

 

Arbeiðstíð og treytir

  • Uml. 30 tímar um vikuna
  • Gerandisdagar millum kl. 8.30 og 14.30
  • Arbeiðstíðir kunnu tillagast eftir avtalu
  • Løn sambært avtalu

 

Vit vænta, at tú:

  • Ert fyrikomandi og tænastusinnað/ur
  • Arbeiðir røkið og skipað
  • Dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt
  • Hevur áhuga fyri mati og trivnaði

 

Vit bjóða:

  • Eitt sjálvstøðugt starv við ábyrgd
  • Møguleika at seta tín egna dám á matarskránna

 

Umsókn

Um tú ert áhugað/ur í starvinum ella hevur spurningar, so kanst tú seta teg í samband við Ingun Olsen á tel. 230226. Skrivlig umsókn eigur at vera okkum í hendi í seinasta lagi 14. august.

Umsóknarfreist: 14. aug. 2026
21. apr. 2026
Elektrikari/smiður

Starvsfólk til Lemmadeildina

Vónin er í gongd við at skipa sína egnu framleiðslu- og tænastudeild til stýring av lemmum. Í hesum sambandi sóknast vit eftir dugnaligum starvsfólki til lemmadeildina at byrja skjótast tilber.

 

Vit leita eftir:

  • Elektrikara

  • Smiði/mekanikara (fyrimunur við el-kunnleika)

 

Tú verður partur av einum lítlum og arbeiðssomum toymi, har høvuðsuppgávurnar fevna um:

  • Framleiðslu og dokumentering

  • Feilfinning og optimering

  • Uppsetan og tænastu, eisini úti hjá kundum

 

Hetta er eitt praktiskt og tekniskt starv, har tú fær møguleika at taka ábyrgd og menna tínar fakligu førleikar í einum spennandi umhvørvi.

 

Vit vænta, at tú:

  • Hevur viðkomandi tekniska útbúgving og/ella royndir

  • Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og skipað

  • Er fleksibul og kann átaka sær fjølbroyttar arbeiðsuppgávur

  • Trívist við at vera á ferð í sambandi við arbeiðið

 

Áhugað/ur?
Send okkum eina umsókn við prógvum og lívrensli. Nærri upplýsingar fáast við at seta seg í samband við Óla á Gravarbø tel 230223.

 

Umsóknarfreist:
Sjálvboðin umsókn

Vit taka ímóti sjálvbodnum umsóknum.

Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor