fo / en
Totalview HR-rekruttering
Ment av Formula

Elektrikari/smiður

Starvsfólk til Lemmadeildina

Vit eru í gongd við at menna og styrkja okkara framleiðslu- og tænastudeild innan stýring av lemmum. Í hesum sambandi leita vit eftir dugnaligum og ágrýtnum starvsfólki til lemmadeildina, við starvsbyrjan skjótast gjørligt.

 

Vit leita eftir:

  • Elektrikara

  • Smiði/mekanikara (fyrimunur við el-kunnleika)

 

Tú verður partur av einum arbeiðssomum toymi, har høvuðsuppgávurnar fevna um:

  • Framleiðslu og dokumentering

  • Feilfinning og optimering

  • Uppsetan og tænastu, eisini úti hjá kundum

 

Hetta er eitt praktiskt og tekniskt starv, har tú fær møguleika at taka ábyrgd og menna tínar fakligu førleikar í einum spennandi umhvørvi.

 

Vit vænta, at tú:

  • Hevur viðkomandi tekniska útbúgving og/ella royndir

  • Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og skipað

  • Er fleksibul og kann átaka sær fjølbroyttar arbeiðsuppgávur

  • Trívist við at vera á ferð í sambandi við arbeiðið

 

Áhugað/ur?
Send okkum eina umsókn við prógvum og lívrensli. Nærri upplýsingar fáast við at seta seg í samband við Óla á Gravarbø tel 230223.  

Lagt út tann
28. aug. 2026
Starv
Starvfólk til lemmadeildina
Starvsheiti
Elektrikari/smiður
Virki
Vónin
Byrjunardagur
Skjótast gjørligt
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor