fo / en
Totalview HR-rekruttering
Ment av Formula

Fíggjarleiðari til ELDI Føroyar

Vilt tú vera við til at mynda framtíðina hjá einum av fremstu aktørunum í føroysku alivinnuni?

ELDI Føroyar søkir nú eftir einum dugnaligum, ágrýtnum og strategiskum Fíggjarleiðara, sum saman við leiðsluni skal vera við til at menna og styrkja virksemið hjá felagnum.

 

Umsóknarfreist er 19  okt.

Byrja skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu.

Arbeiðisstaður: ELDI við Norðskála - www.eldi.com

 

Hetta er eitt týdningarmikið starv, har ein fær høvuðsábyrgdina av fíggjarøkinum og verður ein virkin sparringspartnari hjá stjóranum og leiðsluni í arbeiðinum at menna organisatiónina, mannagongdirnar og framtíðar kósina hjá ELDI Føroyum. Vit leita eftir einum persóni, sum hevur sterkt fíggjarligt innlit og áhuga/ur fyri at skapa virði tvørtur um alla fyritøkuna.

 

Um starvið

Sum Fíggjarleiðari hevur tú yvirskipaðu ábyrgdina av fíggjarstýring, roknskapi, rapportering og bókhaldinum. Tú tryggjar eitt álítandi fíggjarligt grundarlag undir avgerðum hjá leiðsluni og hevur ein virknan leiklut í menningini av virkseminum.

 

Høvuðsuppgávur

  • Hava yvirskipaðu ábyrgdina av fíggjarstýring, roknskapi, rapportering og bókhaldinum.
  • Fyrireika, greina og fylgja upp fíggjarligar frágreiðingar, fíggjarætlan og likviditetsstýring.
  • Tryggja álítandi fíggjarligt grundarlag fyri avgerðum hjá leiðsluni.
  • Ráðgeva leiðsluni í fíggjarligum og strategiskum spurningum.
  • Samstarva við grannskoðarar, fíggjarstovnar og aðrar samstarvspartar.
  • Menna og effektivisera fíggjarligar mannagongdir og skipanir.
  • Taka lut í strategiskari menning og framtíðarætlanum hjá felagnum.

 

Vit ímynda okkum, at tú

  • Hevur viðkomandi hægri útbúgving innan fíggjarstýring, roknskap ella líknandi.
  • Hevur royndir við ábyrgd innan fíggjarøkið.
  • Hevur sterk analytisk evni og megnar at síggja bæði smálutir og heildarmyndina.
  • Arbeiðir sjálvstøðugt, skipað og hevur gott yvirlit.
  • Dugir væl at byggja góð samstarvsviðurskifti.
  • Dugir væl at samskifta á føroyskum, donskum og enskum, bæði í skrift og talu.
  • Hevur góðar telduførleikar og royndir við nútímans fíggjar- og rapporteringsskipanum. Vit brúka Microsoft Dynamics 365 Business Central.

 

Vit bjóða

  • Eitt spennandi starv í einari framfýsnaðari fyritøku.
  • Møguleika at ávirka menningina av ELDI Føroyum.
  • Góðar møguleikar at menna seg fakliga og persónliga.
  • Dugnaligar starvsfelagar og gott arbeiðsumhvørvi.
  • Tætt samstarv við stjórn og leiðslu.

 

Lønar- og setanarviðurskifti

Løn og setanarviðurskifti verða sambært avtalu og førleikum.

Starvið verður sett skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu.

 

Um ELDI

ELDI samtakið er ein altjóða samstarvsfelagi innan alivinnu, sum veitir nýskapandi loysnir gjøgnum alla virðisketuna. Við at sameina áratíggju av serkunnleika frá Vónin Aquaculture, Mørenot Aquaculture og Fiizk Protection, savna vit nakrar av sterkastu siðvenjunum, skarpastu fakligu førleikunum og mest álítandi loysnunum í vinnuni.

Frá sniðgeving og verkfrøði til framleiðslu, uppseting, tænastu og støðuga menning stuðlar ELDI alivinnuni á hvørjum stigi. Vit veita ikki bert útgerð. Vit byggja heildarloysnir, sum eru álítandi og gjørdar til at virka undir teimum mest krevjandi umstøðunum í heiminum.

ELDI Føroyar er staðsett við Norðskála, har 28 dugnalig og ágrýtin starvsfólk hvønn dag arbeiða fyri at tryggja dygd og virði í øllum liðunum.

 

Áhugað/ur?

Send okkum eina umsókn við prógvum og lívrensli í seinasta lagi mánadagin 19. oktobur 2026.

Vilt tú hoyra nærri um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Signar Poulsen, á +298 222026

 

Lagt út tann
23. sep. 2026
Starv
Fíggjarleiðari til ELDI Føroyar
Starvsheiti
Fíggjarleiðari til ELDI Føroyar
Virki
Vónin
Umsóknarfreist
19. okt. 2026
Byrjunardagur
Skjótast gjørligt
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor